Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand stríðast fyri ikki at enda á næstaftasta ella triðaftasta plássinum í bestu norsku hondbóltsdeildini. Tí tað merkir upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr næstbestu deildini.
Í dag var Kristiansand fyri 26-28 tapi á útivølli í Sandnes. Sandnes var á odda 16-12 í steðginum.
Tróndur skoraði tvey mál og vann liðnum eitt brotskast.
Kristiansand hevur á níggjunda plássinum 15 stig. Sama stigatal hava liðini á tíggjunda og á ellinta plássinum, Follo og Sandnes. Fjellhammer og Bækkelaget liggja á trið- og næstaftastu plássinum við 12 stigum. So Kristiansand hevur enn lagnuna í egnum hondum nú trý umfør eru eftir at leika í grundspælinum.