Føroyingaliðini, Stjarnan, Afturelding og Valur hava øll vunnið seg í endaspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Sunnudagin tryggjaði Stjarnan sær við Jóhannes Bjørgvin á liðnum, at teir enda eisini millum átta tey fremstu liðini í grundspælinum, og so skulu harvið spæla fjórðingsfinalur.
Stjarnan vann á heimavølli 31-29 (15-12) á KA, ið samstundis misti seinastu lítli vónina at røkka einum endaspælsplássi.
Jóhannes skoraði trý mál í dystinum.
Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding taptu á útivølli 29-34 fyri FH. Í fyrra hálvleiki avrikaði Afturelding munandi betri, og var Afturelding á odda 16-15 í steðginum. Hallur var noteraður fyri eitt mál.
Støðan:
##med2##