Ávís stig eru tikin seinnu árini í Føroyum fyri at raðfesta gransking, menning og nýskapan. Tað ásannar Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan í fyrstu ársfrágreiðing síni, ið varð løgd fram í Kongshøll fyri eini góðari viku síðani.
Í ársfrágreiðingini verður víst á, at avtala er gjørd við ES um luttøku í Horizon Europe-skránni, sum veitir møguleikar fyri stórum stuðulsupphæddum til gransking, menning og nýskapan. Eisini hevur Fróðskaparsetrið fingið hægri játtan til fyrisiting, sum hevur bøtt um umstøðurnar at granska har.
Men Ráðið staðfestir samstundis, at tørvur er á eini hugburðsbroyting í Føroyum frá fatanini um, at gransking, menning og nýskapan eru ein útreiðsla, tí í veruleikanum eru tey ein avgerandi íløga fyri at tryggja og menna Føroyar sum land bæði búskaparliga, samfelagsliga og umhvørvisliga í nógv ár fram.
Meira samstarv og hægri játtan
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan metir, at nógvir ótroyttir møguleikar eru at fáa munandi meira burturúr gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Ráðið leggur serliga dent á, at gransking, menning og nýskapan kunnu samskipast betri á nógvum mótum. Meira samstarv eigur at verða millum stovnar eins og millum almenna og privata geiran. Við betri samskipan ber til bæði at fáa meira, betri og munadyggari gransking, menning og nýskapan burturúr og at spara tíð, orku og pening, verður sagt í ársfrágreiðingini.
Meira samstarv loysir tó ikki allar trupulleikar, tí alstórur tørvur er eisini á at seta nógv fleiri pengar av til gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Játtanin til stuðulsskipanina til gransking, sum Granskingarráðið umsitur, hevur í krónum og oyrum staðið mestsum í stað í 15 ár. Við prístalsviðgerð merkir hetta í veruleikanum, at hon er minkað, samstundis sum granskaralønin er hækkað munandi.
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan heldur, at játtanirnar til rakstur av granskingarstovnum í minsta lagi eiga at fylgja við prístalinum og í fleiri førum økjast. Eisini heldur Ráðið, at neyðugt er at vera opin fyri útlendskari fígging, men vísir samstundis á, at útlendsk fígging í stóran mun er treytað av almennari grundfígging og nøktandi kørmum á stovnunum.
Hóast útlendsk fígging kann verða eitt virðismikið íkast til granskingina, kunnu eisini vansar verða tengdir at tílíkari fígging, sum neyðugt at ansa væl eftir.
- Dagligi raksturin á granskingarstovnum má ikki verða ov tengdur at útlendskum fíggingarkeldum, tí tað gevur ov stór sveiggj í inntøkunum. Endamálið við allari gransking í Føroyum má vera at skapa vitan til gagns fyri føroyska samfelagið, og tí er umráðandi at ansa eftir, at tað ikki vera onnur enn vit sjálvi, ið stýra. Um eginfíggingin er lutfalsliga lítil, kann privat og útlendsk fígging skjótt taka stýringina, stendur í ársfrágreiðingini.
##med2##
Íløga heldur enn útreiðsla
Í øðrum londum verða gransking, menning og nýskapan roknað sum ein íløga, men í Føroyum verður játtanin til gransking skrásett sum ein útreiðsla, sum telur niður í tjóðarroknskapinum. Tað eigur at verða broytt, heldur Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
- Ágóðar frá íløgum í gransking, menning og nýskapan síggjast aftur á ymsan hátt og í ymsum skapi. Gransking, menning og nýskapan útvega nýggja vitan, førleikar og amboð til at nøkta verandi og framtíðar tørv á øllum samfelagsøkjum og eru í síðsta enda við til at tryggja okkara vælferð og fólkaræði, sigur Ráðið í ársfrágreiðingini.
Evroparáðið hevur sett sum mál, at 3% av BTÚ skal brúkast til gransking, menning og nýskapan. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan heldur, at Føroyar eiga at seta sær sama mál sum londini, vit samanbera okkum við, serliga um vit skulu halda fram við og økja okkara samstarv og kapping við hesi.
Setrið skal styrkjast
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til, at Fróðskaparsetur Føroya fær ein munandi størri leiklut viðvíkjandi gransking, menning og nýskapan, enn tað hevur í dag.
- Vísindaligu førleikarnir á Fróðskaparsetrinum eiga at verða gagnnýttir og mentir í samstarvi við aðrar stovnar. Tað fer at gera, at útbúgvingar innan til dømis matvøru kunnu skipast í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, heilsuútbúgvingar kunnu knýtast at Sjúkrahúsverkinum og fiskalívfrøði at Fiskaaling, stendur í ársfrágreiðingini.
Ráðið heldur, at Fróðskaparsetrið skal vera eitt slag av regnskjóli yvir allar aðrar granskingarstovnar, men stovnarnir skulu kortini framvegis hava egna játtan og sjálvræði.
Ráðið mælir eisini til, at ein depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur á Fróðskaparsetrinum, ið skal styrkja tvørfakliga samstarvið, bæði stovnanna millum og millum alment og privat.
- Ein tílíkur depil eigur at verða partur av nýggja kampusinum, ið skal skipast á Frælsinum. Hann skal verða savningarstað fyri granskarar, nýskaparar, íverksetar, íleggjarar og lesandi og kann eisini gerast karmur um eina víðkaða útgávu av iNOVA við granskingarundirstøðukervi, ið er til taks fyri allar áhugapartar, sigur Ráðið.
Altjóða samstarv gagnnýtast betur
Føroyar luttaka í fleiri útlendskum skipanum, sum geva føroyskum granskarum møguleika at søkja stuðul til gransking, menning og nýskapan, men eingin skipað ætlan er fyri luttøku í altjóða samstarvi.
- Tað hevur stóran týdning, at Føroyar luttaka í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan, sum gevur okkum nýggja vitan og netverk. Men tað er greitt, at vit ikki gagnnýta verandi skipanir til fulnar, lutvíst vegna vantandi orku og førleikar at søkja um luttøku og stuðul, stendur í ársfrágreiðingini.
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir til at styrkja karmarnar fyri føroyskari luttøku í altjóða samstarvi við at seta munandi játtanir av til luttøku í evropeiskum og norðurlendskum partaløgum og til fyrisitingarligan stuðul til arbeiðið við umsóknum og verkætlanum.
Fyrisitingarligur stuðul til umsóknararbeiði og verkætlanarfyrisiting er vorðið raðfest í ávísan mun við eini nýggjari granskingar- og framtakseind á Fróðskaparsetrinum. Men Ráðið mælir til, at hendan tænastan eisini verður tøk hjá øðrum granskarum og nýskaparum enn teimum, sum eru beinleiðis knýtt at Fróðskaparsetrinum.
Eisini heldur Ráðið, at ein ætlan skal leggjast fyri, hvussu Føroyar kunnu verða meira áhugaverdar fyri teir bólkar av starvsfólki, granskarum og íverksetum, sum tørvur er á, og hvussu fleiri hægri útbúgvingar kunnu verða skipaðar á hesum økjum, serliga innan tøkni, KT, byggifrøði og matvørufrøði.
Fleiri lond hava skattafrádráttir fyri granskingar- og nýskapanarvirksemi og skattafyrimunir fyri útlendskar granskarar. Ráðið mælir til at kanna, um tílíkar skipanir eisini høvdu verið gagnligar í Føroyum.
Kassi 1:
Tilmælir frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan
1. Gransking, menning og nýskapan verða raðfest hægri
2. Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan
3. Depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur
4. Ítøkilig mál verða sett og karmarnir verða styrktir fyri føroyskari luttøku í altjóða samstarvi
5. Ætlan verður løgd fyri, hvussu Føroyar kunnu verða áhugaverdari fyri granskarar
6. Grundjáttanir til granskingarstovnar verða øktar og serføroysk granskingarøki raðfest
7. Greiðar mannagongdir verða gjørdar fyri móttøku av útlendskari fígging
8. Fíggingarleistir, ið ikki hava verið nýttir í Føroyum áður, verða kannaði
Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023
##med3##