Grikst val merkt av stúran fyri búskapi og líkasælu

Tað er ikki orsøk at halda, at tað verður ein greiður vinnari eftir valið í Grikkalandi í dag.

 

Forsætisráðharrin í Grikkalandi og formaðurin í Nýtt Demokrati, Kyriakos Mitsotakis, tosaði fríggjadagin við veljarar sínar í Athen. - Foto: Louiza Vradi/Reuters

Í dag fara grikkar á val, sum tíðindastovan AFP lýsir sum tað mest óvissa valið í mong ár.

Tað verður mett ósannlíkt, at tað eftir valið í dag verður ein greiður vinnari.

Mett verður sannlíkt, at grikkar skulu velja einaferð afturat í øðrum umfari í juli, um tey ikki semjast um eina samgongu.

Stjórnarflokkurin, konservativi Nýtt Demokrati, er á odda í veljarakanningum, men ein broyting í valskipanini merikir, at tað helst ikki verður ein avgjørdur meiriluti í dag.

– Tann flokkurin, sum verður fyrstur, skal hava yvir 45 prosent av atkvøðunum fyri at kunna skipa eina stjórn við einum flokki, sum er ósannlíkt, sigur politiski greinarin Panos Koliastasis við tíðindastovuna Reuters.

Nýtt Demokrati, við forsætisráðharranum Kyriakos Mitsotakis á odda, fær millum 31 og 38 prosent í veljarakanningunum.

Vinstrasinnaði andstøðuflokkurin Syriza liggur millum fýra og sjey prosentstig aftanfyri, skrivar Reuters.

Høgur livikostnaður íGrikkalandi hevur verið eitt av størstu málinum í valstríðnum. Flokkarnir hava roynt at bergtaka veljararnar við at lova at hækka minstulønina og skapa fleiri arbeiðspláss.

Sambært tíðindastovuni AFP plagar at at vera mikil orðagangur á grikska valinum, og tað er ikki óvanligt við harðligum klandri á matstovunum ella mótmælum í gøtunum.

Men í ár tykist, at valið er meira merkt av líkasælu.

– Lívið broytist ikki líka mikið, hvør vinnur, sigur 32 ára gamli Nikos Kalaizidis, sum arbeiðir á ein bensinstøð í Thesseloniki, næststørsta býi landsins.

Á valinum í 2019 vóru tað 42 prosent, sum ikki vóru á vali. Greinarar óttast sambært AFP, at talið verður enn hægri hesaferð.

Beint undir 10 milliónir grikkar hava atkvøðurætt. Valhølini lata upp klokkan 07 í morgun og lata aftur klokkan 19 í kvøld.

Um eingin flokkur fær greiðan sigur, fer grikski forsetin, Katerina Sakellaropoullou, at geva trimum flokkum við flestu atkvøðunum tríggjar dagar í part at royna at skipa stjórn.

Eydnast tað ikki, fer forsetin av tilnevna eina fyribilsstjór, sum skal leiða landið fram til seinna valumfar.

/ritzau/

 

Forsætisráðharrin í Grikkalandi og formaðurin í Nýtt Demokrati, Kyriakos Mitsotakis, tosaði fríggjadagin við veljarar sínar í Athen. - Foto: Louiza Vradi/Reuters