Grind í Syðrugøtu: – Drápið gekk skjótt og væl

Tað sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

Savnsmynd

Í góðveðrinum í morgun varð ein grind funnin á Gøtuvág.

 

Grindin varð rikin inn á Syðrugøtu, og hon hevur lagt beinini.

 

– Tað gekk øgiliga skjótt og væl. Hvalirnir verða í løtuni sleipaðir til kaiina í Noðragøtu, har teir skulu merkjast. Tá tað er liðugt, fara vit at býta grindina. Eg gangi út frá, at tað verður til dráps- og rakstrarpartar, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

 

– Tað var sperrað av á sandinum, og somuleiðis verður sperrað av á kaiini, so óviðkomandi ikki sleppa at blanda seg upp í, sigur hann. 

 

Men vit á in.fo vita tó, at umboð fyri Sea Shepherd hava verið inni á økinum. Tað skriva tey á Facebook í dag.

 

Dagføring kl 13: Har vóru upp móti 100 hval.

 

Savnsmynd