Grindadráp: Sýslumaður sær nógvar trupulleikar fyri sær

Gongur tað fyrsta grindadrápi ikki eftir ætlan, verður forboðið fyri at drepa grind, aftur sett í gildi

Hetta verður øgiliga ringt at hava við at gera – men vit fara at gera eina roynd. Tað sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoy, nú tað aftur verður loyvt at drepa grind.

Í kjalarvørrinum á korona, settu myndugleikarnir mark fyri, hvussu nógv fólk áttu at savnast á einum staði, umframt at tað skuldi vera ein ávís fjarstøða ímillum tey. Sýslumenninir kring landið mettu ikki, at tað bar til at halda grind til undir teimum umstøðunum, og av tí sama settu teir bann fyri at drepa grind.

Men nú Føroyar hava verið koronafríar í rættiliga langa tíð, hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á økinum, verið sannførdur um, at vit aftur skulu fara at drepa grind, og í gjár kunngjørdu sýslumenninir so, at nú verður tað aftur loyvt at halda grind til.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/sleppa-at-drepa-grind-men-bidja-askodarar-halda-seg-burtur/Les meiri um tað her: Sleppa at drepa grind - men biðja áskoðarar halda seg burtur

– Landsstýrismaðurin vil at vit aftur skulu drepa grind í Føroyum, og vit sýslumenn eru sinnaðir at gera eina roynd, sigur Karl Johansen.

Men hann dylur heldur ikki fyri, at hann sær nógvar trupulleikar fyri sær. Landsstýrismaðurin hevur róð fram undir, at bara grindamenn skulu sleppa inn á grindaøkið, og at áskoðarar skulu halda seg burtur.

Men Karl Johansen sigur, at sýslumenninir fara ikki at standa við teljara og ansa eftir, hvussu nógv fólk er í grindadrápinum, og teir fara heldur ikki at reka áskoðarar burtur.

– Tað er ikki óvanligt, at somu menn ganga í grind um alt landið. Men verða grindaboð, verður tað okkara tilmæli, at tað bara verða teir lokalu grindamenninir í økinum har grindin er, sum taka sær av tí, og vit fara eisini at heita á áskoðarar um at halda seg burtur, sigur Karl Johansen

Men hann leggur afturat, at tað verður bara eitt tilmæli, akkurát sum allur koronapolitikkurin hjá myndugleikunum annars, byggir á tilmæli heldur enn forboð.

– Tí fara vit at heita á fólk um at brúka vit og skil, men møta fleiri fólk upp enn ráðiligt er eftir korona-tilmælunum, fara vit hvørki at reka grindamenn, ella áskoðarar burtur, leggur hann afturat.

Almennu tilmælini eru, at vit skulu í mesta lagi vera 100 fólk saman, og har virksemi av ymsum slagi er, sum í einum grindadrápi, skulu tað vera minst tveir metrar ímillum fólk.

– Tað verður ómetaliga ringt at halda hesi tilmælunum í eini grind, men har vit hava umstøður til tað, fara vit at minna fólk á tilmælini. Men vit reka ongan burtur, og vit spjaða onga mannmúgvu við makt, leggur sýslumaðurin afturat.

– Eg veit ikki, hvør skal telja, hvussu nógvir grindamenn fara í drápi, og er grindamaður nummar 101 ein royndur grindamaður, skal hann so ikki sleppa í grind, spyr sýslumaðurin.

– Almenni korona-politikkurin byggir á álit og tí hava vit eingi forboð, men bara tilmæli um, hvussu fólk skulu bera seg at. Tað merkir at í roynd og veru kunnu fólk gera, sum tey vilja, og halda tey ikki tilmælini, er einki at gera við tað. Og tað sama verður galdandi í grind, sigur sýslumaðurin.

– Summi grindapláss liggja soleiðis fyri, at talið á fólki avmarkar seg sjálvt. Tað er straks verri at avmarka fólkatalið í eini grind í Havn, ella aðrastaðni, leggur hann afturat.

Karl Johansen sigur, at eina ferð segði ein danskur journalistur við hann, at »grind er ein væl skipaður ruðuleiki« Og hann heldur, at hetta er ein ógvuliga beinrakin lýsing av einum grindadrápi, og øllum tí, sum fer fram í tí sambandi.

Hann sigur, at sjálvt drápið er bara ein partur av grindadrápinum, tí tað stóra arbeiðið er ikki fyrr enn grindin er deyð. Og av royndum veit hann, at tá ið seðlarnir koma út, standa hundraðtals menn, sum sild í tunnu eftir at fáa seðilin.

Og tá ið skerast skal upp, plagdi tað eisini at vera rættiliga trongligt. So skulu tilmælini um frástøðu, haldast, skulu grindamenn av álvara brúka vit og skil, sigur sýslumaðurin. Annars verður grindabýtið eisini, akkurát sum tað plagdi vera.

– Nú fara vit at gera eina roynd at vita, hvussu tað riggar. Men verða tilmælini ikki hildin, ella endar tað í ruðulleika, ber til at bakka aftur, og so verður forboðið fyri at drepa grind, sett í gildið aftur, leggur Karl Johansen afturat.