Guðrið, Fróði og Bjarki hava eykakonsert

Tey trý systkini bjóða til eykakonstert á Reinsaríinum, eftir at atgongumerkini blivu skrødd vekk

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at gávuríku systkinini Guðrið Hansdóttir, Fróðí og Bjarki Hansen hava konsert saman, og áhugin var stórur fyri konsertini 29. desembur. Nú hava tey bjóðað til eykakonsert 30. desembur.

 

- Vit eru ótrúliga fegin um stóra áhugan og tí vilja vit gjarna hava eina eykakonsert, sigur Fróði Hansen.

 

Hóast tey trý peika í ymiskar ættir tónleikaliga, so er góðska ein felagsnevnari. Tildømis hava øll trý verið tilnevnd til ársins sangara á FMA. Og við árunum hava systkini savnað fleiri FMA virðislønir teirra millum. Tí verður konsertin eisini deild upp í fýra.

 

Fyrst spæla tey tríggjar smærri konsertir við egnum løgum, og til seinast framføra tey eisini nøkur løg saman. Sermerkt við framførslunum er at tey hava hvør sín bólk við.

 

- Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen eru væl kendir sangarar og sangskrivarar í Føroyum. Umframt tónleikin hava tey tað til felags, at tey eru systkin. Pápi teirra var hin væl kendi gittarúrmælingurin Hans Carl Hansen, sáli, sum spældi við "Veðraplátuni" hjá klaksvíksbólkinum Straight Ahead. Gjøgnum hann hava tey fingið musikalskan førning. Men systkini eru ikki gittaristar burturav - gittarin verður heldur brúktur sum fylgispæl til sangirnar, tey syngja, skrivar Kringvarpið og leggur afturat:

 

- Sangin hava tey hinvegin fingið frá mammuni, sum sang nógv fyri teimum, tá tey vóru børn.

 

Eykakonsertin verður 30. desembur klokkan 20.