Gunnar skoraði og Gylfi Sigurðsson fekk reyða kortið

Leirvíkingurin og gamla fótbóltsstjørnan gjørdu vart við seg, tá Víkingur Reykjavík vann á ÍBV

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík løgdu frá landi við einum sigri í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld. 

 

Á Víkinga-vøllinum eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-0 á ÍBV. 

 

Í 49. minutti legði Daníel Hafsteinsson Víking á odda 1-0. Seks minuttir seinni var stóra keypið, og gamla fótbóltsstjørnan vístur av vøllinum, so Víkingur mátti stríðast restina av dystinum 10 móti 11. Í 79. minutti tryggjaði Gunnar Víkingi sigurin, tá hann stútaði bóltin í netið aftaná eitt gott hornaspark.

 

Komandi sunnukvøld hevur Víkingur heimadyst móti KA.