Hákun skal royna seg í FINAL FOUR í Champions League

Füchse Berlin vann ein samlaðan 12-málssigur á Aalborg

Tilgjørd mynd: Füchse Berlin

Hákun West av Teigum, Mathias Gidsel og hinir í Füchse Berlin skulu til Budapest at kappast í FINAL FOUR í Champions League.

 

Tað eydnaðist eisini Füchse Berlin at vinna seinnu fjórðingsfinaluna á Aalborg á útivølli. Füchse Berlin sum hevði eina 37-29 leiðslu við sær til Aalborg vann í kvøld 40-36. Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 77-65 fjórðingsfinalusigur til Füchse Berlin. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 21-20.

 

Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Sum vant gekk Mathias Gidsel undan, og hann bumbaði níggju bóltar í málið hjá Aalborg. Heimaliðið megnaði ongantíð at fáa nakran spenning um samlaða úrslitið í uppgerðini. 

 

FINAL FOUR verður leikt í Köln, dagarnar 14. og 15. juni. 

 

Í annaðkvøld kenna Hákun og liðfelagarnir nøvnini á øllum trimum mótstøðuliðunum. 

 

 

 

 

 

Tilgjørd mynd: Füchse Berlin