Havsbrún í Fuglafirði hevur í dag boðað frá, hvørjar landingar verða hesa vikuna, viku 19.
Tað verða fýra skip, sum landa í Fuglafirði í vikuni, og skipini eru:
Katrin Jóhanna (1800), Ango (1550), Høgaberg (2400) og Tróndur í Gøtu (2400 tons).
Øll skipini hava svartkjaft.
Í síðstu viku landaðu sjey skip í Fuglafirði, og tá vóru skipini og nøgdirnar:
Katrin Jóhanna (1750), Ango (1000), Høgaberg (3150), Finnur Fríði (2950), Borgarin (2400), Arctic Voyager (1900) og Norðingur (1800 tons).
Eisini í síðstu viku høvdu øll skipini svartkjaft.