Á tíðindafundi í USA í gjár segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann vil yvirtaka og endurbyggja Gazageiran.
Hann segði eisini, at palestinar eiga at flyta úr Gazageiranum.
Sambært Reuters finst Hamas at útsagnunum hjá amerikanska forsetanum.
- Útsagnirnar hjá Trump um at taka eftirlitið við Gazageiranum er láturligar og høpisleysar, sigur Hamas.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er fyrsti ríkisleiðari, sum vitjar Donald Trump í Hvítu Húsunum.
Teir báðir fundaðust í gjár, og teir hildu eisini tíðindafund saman.