Landsliðsleikarin, Hanus Sørensen var við frá dystarbyrjan, og hann fekk 56 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, NK Celje á heimavølli vann 2-1 á Mura.
Talan var um fjórða sigurin á rað hjá Celje.
Longu í fimta minutti hevði Mura lagt seg á odda 1-0. Í 72. minutti javnaði Svit Seslar til 1-1, og fimm minuttir inni í tíðini dómari hevði lagt aftrat skoraði Tamar Svetlin sigursmálið upp á brotsspark.
Celje er nú fjórðfremst í deildini við 48 stigum. Teir eru bert eitt stig frá triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League. Á triðja plássinum hevur Koper 49 stig.
Annan páskadag spælir Celje dyst á útivølli móti Radomlje.