Náttina til týsdagin leyp Ukraina á eina røð av russiskum regiónum og sambært ukrainska herinum, sum tíðindastovan BBC endurgevur, var hetta harðasta álopið á Russland higartil í krígnum.
Fleiri av álopunum vóru eisini fleiri hundrað kilometrar inni á russiskum landaøki.
Ukrainski herurin sigur seg hava rakt russiskar lóðurgoymslur og kemiskar verksmiðjur í fleiri russiskum regiónum, og lagt verður aftrat, at ukrainsku álopini vóru pínufull sløg móti evnunum hjá Russlandi at føra kríggj.
Keldur til hesi tíðindi, sum BBC ber, eru úr ukrainsku fregnartænastuni, SBU.
Á hinari síðuni sigur Russland seg hava skotið niður fleiri amerikanskar ATACMS-rakettir og bretskar Storm Shadow-rakettir.
Russland hevur lovað hevnd fyri ukrainsku álopini.
BBC veit at siga, at í minsta lagi níggju russiskir flogvallir í mið-og vestara parti av Russlandi noyddust at lata aftur, og í Saratov-regiónini í útsynningspartinum av Russlandi vóru skúlar stongdir.
Ukrainskar keldur siga við BBC, at álop í russisku marknaðregiónini, Brjansk, raktu oljureinsiverk, lóðurgoymslur og kemiskar verksmiðjur, harímillum eina kemiska verksmiðju, sum helst framleiðir lóður.
- Mál, sum liggja upp í 1100 kilometrar burturi, vórðu rakt í álopunum, og tað er brennandi heitt í Russlandi í nátt, segði ein ukrainsk kelda við BBC í morgun.
Á sínari síðu sigur Russland, at loftverjan hjá teimum hevur skotið niður 16 dronur yvir Tula-regiónini har vesturi í landinum. Sagt verður ikki frá persónsskaðum, men skaðum á bilar og bygningar av vraklutum.
Meðan Ukraina leyp á fleiri mál í Russlandi síðstu nátt, framdi Russland dronuálop á Ukraina, men ukrainska verjan sigur, at allar dronurnar - uttan hin eina - vórðu skotnar niður av ukrainsku loftverjuni.