Hava sett prís á ferðaseðilin til New York

Nú er eisini greitt, nær fyrsti túrurin til USA, verður

 

 

Sum vit hava skrivað áður, fer Atlantsflog at flúgva upp á USA í august í ár. Og nú føroyska flogfelagið fyllur 35 ár í ár, hava tey eisini gjørt av, hvat ferðaseðilin til USA fer at kosta - og nær flúgvingin byrjar.

 

Hetta verður fyrstu ferð nakrantíð, at beinleiðis rutuflúgving er tvørtur um Atlantshav, beinleiðis úr Føroyum til New York.

 

Nú staðfestir Atlantsflog, at fyrsti túrur til New York verður týsdagin 22 august og samstundis hava tey gjørt av, at ferðaseðlarnir verða settir til sølu 15. mai. Og teir fara at kosta úr 5.995 krónur aftur og fram.

 

Flogið verður ímillum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma uttanfyri New York.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur í tíðindaskrivi, at orsøkin til, at tað verður júst Stewart International Airport, er, at har bar til at fáa bestu tíðina at lenda í.

 

Tað verður skipað fyri bussflutningi inn til New York í sambandi við túrarnar hjá Atlantsflogi, og tað fer at bera til at keypa sær pláss við bussinum frammanundan.

 

Atlantic Airways fer at flúgva úr Vágum til New York sjey týsdagar frá 22. August til og við 10. oktobur, og flogferðin heim aftur verður mikudagar. Flogtíðin verður umleið sjey tímar.

 

Flúgvingin til New York verður síðani tikin upp aftur á vári 2024.