Hava stovnað felag fyri bilasølur

Í farnu viku var stovnandi aðalfundur í bransjufelagnum Bilasølufelagið, sum verður partur av Vinnuhúsinum.

Mikudagin 14. februar var stovnandi aðalfundur í Bilasølufelagnum. Endamálið hjá felagnum er at savna føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri felags áhugamál limanna.

Á stovnandi aðalfundinum vórðu sjey fólk vald í nevndina, sum hevur fyrisæti og umsjón við felagnum. Ásfinnur Sigvardsen er nevndarformaður og Saroya Dalsgarð er næstformaður.

Felagið hevur gjørt avtalu um at gerast partur av felagsskapinum í Vinnuhúsinum. Marius Thomassen úr Vinnuhúsinum verður ráðgevi hjá felagnum.

Felagið fer til verka beinanvegin.