Hava tillagað upplatingartíðirnar fyri koronakanningum

Ongar støkk inn-kanningar verða í Trongisvági týsdagin og upplatingartíðirnar í Klaksvík og í Runavík eru broyttar eitt vet í komandi viku.

Í løtuni er áhugin fyri at lata seg kanna fyri koronu ikki eins stórur, sum hann hevur verið, so Sjúkrahúsverkið hevur tillagað upplatingartíðirnar.

Kannað verður fyri koronu hesar tíðir í komandi viku.

Í Klaksvík á Víkavegnum
Mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá 10 til 12
Týsdag frá 10 til 11.

Í Runavík við Skótahúsið
Týsdag frá 13 til 15

Í Tórshavn á Eirargarði
Gerandisdagar frá 17 til 19
Leygardagin 13 til 15

Á Tvøroyri við skúlan í Trongisvági
Mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag 9 til 12
Týsdagin verða ongar kanningar gjørdar á Tvøroyri