Heiðra starvsfólk sum hava arbeitt øll 10 árini í Nánd

Týskvøldið 13. mai var starvsfólkatiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við fyrilestri og máltíð. Starvsfólk, sum hava arbeitt í Nánd í 10 ár, vórðu heiðrað

Eysturkommuna skrivar, at 1. januar 2025 vóru tað júst 10 ár síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landinum, og í tí sambandi vórðu 15 starvsfólk heiðraði fyri teirra 10 ára starvsdag.

 

Hesi starvsfólk hava verið við allan vegin síðan yvirtøkuna og hava givið eitt virðismikið íkast til arbeiðið í einum tíðarskeiði við bæði menning og broyting. Poula Reinert-Petersen, leiðari í Nánd, takkaði starvsfólkunum fyri teirra leiklut.

 

Á starvsfólkatiltakinum var eisini áhugaverdur fyrilestur við Mette Søndergaard, ergoterapeuti við heitinum At arbeiða aktiverandi og lívgevandi í demensviðgerð.