Heili 21 tilburðir av koronu í gjár

Í gjár vórðu 160 fólk koppsett

Í gjár vórðu 21 nýggir tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Øll fólkini eru smittað í Føroyum, og smittukeldan er kend.

 

Í gjár vórðu 996 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 95 smittað í Føroyum og 378 fólk eru í sóttarhaldi. Í gjár vórðu eisini 160 fólk koppsett fyri koronu. Av teimum fingu 53 fólk ta fyrru sproytuna og 107 fólki fingu ta seinnu sproytuna.

 

Nú hava 38.109 fólk fingið fyrru koppsetingina. 36.182 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. Sostatt er nú liðugt at koppseta 67,5 prosent av føroyingum.