Heilt fá fólk hava havt koronu – uttan at vita av tí

Tølini fyri, hvussu nógv fólk Føroyum eru smittað, eru rættiliga eftirfarandi

Tað eru rættiliga fá fólk í Føroyum, sum hava havt koronu, uttan at vita av tí. Tað er fyribils niðurstøðan í eini kanning, sum varð gjørd í farna mánað.

Pál Weihe, yvirlækni, og Maria Skaalum Petersen, granskari, stóðu fyri kanningini, har 960 føroyingar um alt landið í aldrinum 0-98 ár, vóru við, og av teimum vóru.

Endamálið var at kanna, hvussu nógv fólk hava andevni ímóti koronu í blóðinum, og sum sostatt høvdu kavt sjúkuna. Og fyribils er úrslitið, at bara trý av teimum 960 fólkunum, sum vóru við í kanningini, høvdu andevni ímóti koronu í sær.

– Niðurstøðan er, at tey almennu korona tølini eru sera eftirfarandi, og at tað bara eru heilt fáir føroyingar, sum hava hava havt koronu uttan at vita av tí.

– Tískil kunnu vit siga, at framferðarhátturin hjá myndugleikunum, hevur virkað væl, siga tey bæði. Tey sipa til mannagongdina, har nógv fólk eru kannað, og har tað er ómakaleyst at lata seg kanna. Og tey sipa eisini til arbeiðið at finna tey, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við, so at tey kundu fara í sóttarhald.

Kanningin er gjørd í samstarvi ímillum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetur Føroyar og Landslæknan.