Topsportcentrum Almere. Soleiðis eitur høllin, har føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir EM-undankappingardyst móti Niðurlondum.
Høllin í Almere skamt uttanfyri Amsterdam stóð liðug í 2007.
Topsportcentrum hevur júst sama áskoðarakapasitet sum okkara heimavøllur við Tjarnir. Nevnliga 3.000.
Føroyingar hertaka ein fjórðapart av áskoðaraplássunum í Almere sunnudagin. Millum 700 og 800 føroyingar vera til dystin, og verður talan um ein stuðul á Við Tjarnir, Berlin ella Basel støði, so kemur niðurlendska liðið aftur undir eitt ræðuligt trýst á sínum egna heimavølli.