Vanja Antic og Jelena Javkovljevic.
Soleiðis eita tær báðar, ið skulu døma EM-undankappingardystin millum manslandsliðini hjá Niðurlondum og Føroyum.
Talan er um dómarar úr Serbia, ið hava hollar altjóða royndir. Vanja Antic og Jelena Javkovljevic hava dømt dystir í EM-endaspølum, og somuleiðis avgerandi dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið.
Dysturin millum Niðurlond og Føroyar í Almere byrjar sunnudagin klokkan 14.