Heldur eingin føroyingur smittaður í gjár

Nú eru 11.388 fólk í Føroyum kannað fyri korona

Heldur ikki í gjár varð nakar føroyingur funnin við korona og nú eru tilsamans 11.388 fólk í Føroyum kannað. 

Sostatt eru Føroyar enn koronufríarupplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt  hava tær seinastu 5.118 royndirnar verið negativar.

Annars vóru 73 ferðafólk við Norrønu og Atlantsflog kannað mánadagin, men heldur ikki nakar av teimum hevði korona.