Henda tíðin er so hugnalig og fjálg

- Jólini eru fullkomin, tá kavin iggur sum dýna omaná jørðini, sigur Mary Tindskarð.

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

Mær dámar sera væl hesa myrku tíð við alskins perum runt umkring, sum pynta og lýsa fyri okkum og gera, at vit koma í jólastemning. Eg haldi, at henda tíðin er so hugnalig og fjálg, sjálvt um kuldin bítur. Og enn betur er, um kavin eisini liggur sum dýna omaná jørðini. 

 

Tað sigur Mary Tindskarð.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?

 

Tá tað kemur til at pynta, havi eg altíð miðjað eftir, at húsið er pyntað við  perum og stjørnum í vindeygunum 1. desember, bæði inni og úti. Mær dámar, at pynta við alskins nissum, vætrum, einglum og kransum av granni og øðrum.

 

Mary Tindskarð vísir á, at jólabýurin í stovuvindeyganum í húsunum hevur altíð verið ein traditión, har børnini gleðast og spæla við jólabýin.

 

- Fyrr vóru tað døturnar, og nú eru ommubørnini komin uppí, og tað er sera hugaligt at eygleiða tey. Gjøgnum árini er nógv ymiskt lagt til, eitt nú ymisk hús við ljósi í, kirkja, jólatrø, pakkar, nissubørn, einglar og krubba við lítlari dukku, sum ímyndar jesubarnið. 

 

Hon sigur, at tey baka og gera konfekt í desember saman við børnum hjá vinum, og sjálvandi er okkurt uppi, tá jólini nærkast.

 

- Men, elsta dóttirin fyllir 22., og sjálv fylli eg 18. desember, so vit baka bara meira, tá tíðin nærkast, sigur hon brosandi.

 

Mary Tindskarð vísir á, at við døgurðamati um jóltíðir er tað traditión, at tey eta turt kjøt, eplir og drekka mjólk jólaaftan og dunnu við øllum tilhoyri 1. jóladag. 

 

- Soleiðis gjørdu vit í mínum uppvøkstri, og soleiðis geri eg framvegis. Reyðkálið geri eg altíð sjálv. Tað angar so væl, og eg haldi, at tað smakkar bara betri, tá eg geri  tað sjálv.

 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús?

 

- Jólagávurnar geri eg aloftast sjálv og hugsi samstundis um tey, eg geri gávur til. Sjálv dámar mær eisini betri at fáa nyttuligar gávur. Mær dámar ikki so væl at troðkast runt í handlum uppundir jól, so gávurnar eru aloftast klárar fyri 1. desember.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

- Ístaðin fyri handilsliga jólaresið, gangi eg túrar í býnum og njóti býin so væl prýddan, drekki kakao í handskum og húgvu, vitji hugnaligu løtuna hjá Lions í Viðarlundini, keypi jólatræ frá Kiwanis, taki ímóti jólamonnunum, tá teir koma á Havnina, vitji Amtmansgarðin og njóti heitt kakao har. 

 

Mary Tindskarð sigur, at hon endar við at vitja jólabýin í SMS. Hesaferð verður tað saman við ommubørnunum, og tá noyðist hon at geva seg eitt sindur.