Her skal Bústaðir byggja 18 íbúðir

Fyrstu almennu leiguíbúðirnar í Nes kommunu verða skjótt veruleiki, nú skjøtul í dag bleiv settur á arbeiðið at grava út fyri nýggja íbúðarøkinum á Kneysum á Toftum.


Sambært heimasíðuni hjá Nes kommunu er talan um eitt arbeiði, ið hevur verið leingi ávegis. Samskiftið millum kommununa og Bústaðir um at byggja íbúðir í kommununi byrjaði í 2013 og fimm ár seinni bleiv skrivað undir rammuavtalu um bygging av tveimum íbúðareindum við tilsamans 18 íbúðum.


- Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin. Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð parkeringsøkir verða gjørd við bygningarnar, skrivar kommunan um nýggju byggiverkætlanina.


Upplýst verður, at tað er Falkon Entreprenørar, ið stendur fyri lendisarbeiðnum, men Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað partalagsavtalu um byggingina.