– Hetta er sum ein lítil jóansøka

– Mentanarnáttin er nakað, okur síggja fram til hvørt ár, sigur John Jacobsen, sum samskipar Mentanarnáttina á Tvøroyri, ið verður í dag

Mynd frá Mentanarnáttini í fjør

– Komið øll á Mentanarnátt á Tvøroyri. Her er okkurt fyri øll, stór sum smá.

 

Soleiðis sigur John Jacobsen, samskipari av Mentanarnáttini á Tvøroyri.

 

Mentanarnáttin verður í dag, og stigtakararnir hava samansett eina rúgvismikla skrá fyri dagin.

 

– Her eru góðar konsertir, listaframsýningar, bókaframløga, tiltøk til børnini og góður matur, fortelur John Jacobsen, sum sjálvur gleðir seg nógv til dagin í dag.

 

– Mentanarnáttin er bara voksin tey síðstu árini og er hetta ein lítil jóansøka hjá okkum her á Tvøroyri. Hon er nakað, okur síggja fram til hvørt ár, sigur hann.

 

Skráin fyri Mentanarnáttina á Tvøroyri sæst annars HER

 

Mynd frá Mentanarnáttini í fjør