Hevur tú sæð tomatirnar?

“Tær eru næstan blivnar reyðar nú.”

 

“Longu? Eg fari beint at hyggja. Eg skal líka forbí hjá Jákup við hesum blaðnum. Hann elskar at loysa gáturnar á baksíðuni.”

 

 

 

Kaffi er hvønn dag kl. 14. Tað er ikki altíð, øll koma, men har er altíð onkur. Hvønn týsdag spæla tey kort. Mikudag og fríggjadag er morgunfimleikur. Einaferð um mánaðin eta øll saman. Og so ikki at gloyma jólafrokostarnar. Teir eru altíð eitt hitt.

 

 

 

Hetta er dagligdagur hjá fleiri túsund danskarum. Tey hava valt at búseta seg í ein búfelagsskap. Aldurin liggur frá 50 og uppeftir. Tey hava ofta felags drívhús, lesisal, hava, verkstað, kafeteria og veitsuhøll. Typiskt verður bygt rundan um eitt stórt felags øki. Tey koma hvørjum øðrum við, men kunnu altíð trekkja seg aftur til sína egnu íbúð ella raðhús.

 

 

 

Samfelagsliga er hetta ein win win støða. Fyri tað fyrsta vísa kanningar, at tey, sum búgva á henda hátt, eru glaðari, tey liva longri, tey eru minni einsom og hava seinni brúk fyri heimahjálp. Fyri tað næsta verða hús teirra seld víðari til yngri generatiónir.

 

 

 

Tað er eitt sindur ymiskt, hvør fíggingarleisturin er. Summar eru almennar íbúðir, summar eru lutaíbúðir og summar eru eigaraíbúðir. Felagsnevnarin er felagsskapur við nevnd, sum syrgir fyri øllum tí praktiska.

 

 

 

Hví hava vit einki slíkt í Havn ella Føroyum? Tað verða fleri og fleiri eldri, og nógv kenna seg einsom. Eg haldi, kommunan átti at bygt almennar bústaðar við hesum endamáli. Kommunan kann eisini hjálpa við at veita øki og ráðgeving til at seta á stovn lutaíbúðarfeløg. Kommunan kann stovna felags listar, har fólk kunnu skriva seg upp. Tað eru nógvir møguleikar. Tað er bara at koma í gongd.

 

 

 

Jan Klein Olsen

 

Tjóðveldi