Hin gloymda oyggin

Strandferðslan nevnir ikki Hest í síni ætlan um ferjusamband!

 

Hestoyggin hevur átrokandi tørv á betri ferðasambandi. Allir túrar í Hestoynna eru tilkall, og tað skal tað halda fram. Báturin siglir sostatt ongan túr tómur. Túratalið út i Hest má økjast, so tey hava møguleika at sleppa til arbeiðis og heim eftir arbeiðstíð, annars kunnu familjur ikki búgva har. Fyri at nøkta neyðuga tørvin, hava tey brúk fyri at fáa 5 túrar dagliga, tí tað ger tað liviligt og arbeiðsligt á oynni. Mest umráðandi er morguntúrurin um 7-tíðina, so fólk sleppa til arbeiðis á meginlandinum. Hendan túrin mistu hestfólk í 2016, saman við 40% av túrunum í oynna. Haraftrat nakrar túrar um dagin, og ein seint á kvøldi um 22--tíðina.

 

 

 

Oyggin er ein útoyggj, men, hóast mann býr á eini útoygg, hevur mann eins stóran tørv á at kunna parkera í túninum, sum fólk í Havn ella á Tvøroyri. Ferjan má tískil sjálvsagt taka bilar, so nógvar, at tað eisini er í lagi, tá spíssbelastningur er - fjall, jól, nýggjár, várfjall, páskir, áseyðaroyting og tá tiltøk eru í bygdini. Í Hesti búgva ikki nógv fólk í løtuni, men eini 150 fólk eru nær tilknýtt at oynni, og brúka farleiðina regluliga. Fleiri av hesum vilja búgva styttri ella longri partar av árinum í Hesti, tá nøktandi ferðasamband aftur verður til oynna.

 

 

 

Strandferðslan nevnir ikki eingang Hest, í ætlan síni um ferjusamband kring oyggjarnar - hóast tað hoyrist, at Teistin, nærum er seldur áðrenn tunnilin er liðugur.

 

 

 

Eg vil virka fyri at nútíðargera ferðasambandið út í Hest, og at Teistin siglir, inntil nøktandi ferja er funnin til Hestoynna. Útoyggjar mugu eisini raðfestast, um teimum skal lív lagast.

 

 

 

X við B Sámal Hanni Lognberg,

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið