Hjálpin skal vera til vanliga føroyingin

Vit mugu kunna hjálpa sperdum familjum uttan partú at geva teimum vælbjargaðu

Kríggj, inflatión, hækkandi olju- og matprísir er gerandisdagur í heiminum í dag. Hetta setir húsarhaldini, serliga tey við lágum inntøkum, undir hart trýst og ger fólk ótrygg og stúrin.

 

Ikki so løgið, tí nær vendir hetta aftur? 1, 2 ella 5 ár? Ongin veit, og óvissan valdar.

 

Trýst kom eisini á fráfarandi samgongu um at gera okkurt við íkomnu støðuna. Gamaní komu tey við einum ískoyti við nøkrum treytum til serliga hart sperdar familjur. Tey komu eisini við skattalætta, men hóast vakurt innpakkaður við boðum um, at hann var ætlaður teimum lægru inntøkunum, so vísti veruleikin nakað heilt annað, nevnliga at tey múgvandi eisini fingu. Tað tosaðu tey ikki so hart um.

 

Hví kundu tey ikki hjálpa teimum, sum veruliga hava brúk fyri tí, uttan eisini at geva teimum, ið longu eiga ríkiligt?

 

Politikkurin skal snúgva seg um vanliga føroyingin. Fólk við lágum inntøkum og sperdu barnafamijurnar. Tey mugu í hesum serligu tíðum fáa nakrar lættar. Talan eigur at vera um:

 

  • Fíggjarligt ískoyti til sperdar barnafamiljur vegna ógvusligu príshækkingarnar
  • Viðbótin til pensjonistar, sum hava minst, skal hækka
  • Skattalætti til lág- og miðallønt
  • MVG av gerandisvørum skal lækka

 

Eisini skulu príseftirlit og brúkaratrygd styrkjast munandi.

 

Hesi átøk eiga at hava hægstu raðfesting hjá eini komandi samgongu. Gerandisdagurin hjá vanliga føroyinginum má gerast lættari. Vit hava skyldu til at hjálpa teimum, sum eru ringast fyri. Og vit hava skyldu til at fara væl um landsins pening og tryggja, at hjálpin kemur til teirra, sum treingja mest til hana.

 

Vit eiga at kunna hjálpa vanliga fólkinum í hesum landinum uttan partú at skula draga tey vælbjargaðu upp í.

 

Djóni Nolsøe Joensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum