HM: Danmark knústi Italia í bólkafinaluni í bólki B

Danmark fær fýra stig við sær í millumumfarið

Tað var bara spennandi teir fyrstu minuttirnar. Eftir tað var klassamunur tá Danmark í bólkafinaluni í innleiðandi bólki B í HM-endaspælinum í manshondbólti vann ein knúsandi 39-20 sigur á Italia. Í steðginum var Danmark á odda 18-8. 

 

Liðini fylgdust til støðuna 4-4, men so koyrdi Danmark spitarin í botn, og Emil Nielsen hevði hópin av bjargingum, og so var løst og liðugt.

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt mál, men talan var um eitt framúr gott mál har hann fintaði málverjan hjá Italia.

 

Tunesia fylgir Danmark og Italia til millumumfarið. Tunesia vann 26-25 (13-9) á Algeria.

 

Danmark vann bólkin við seks stigum, Italia hevur fýra stig, Tunesia hevur tvey stig, og Algeria endaði aftast við ongum stigi.

 

Danmark tekur fýra stig, og Italia tekur tvey stig við sær til millumumfarið.

 

Danmark-Italia 39-20 (18-8) 

 

Toppskjúttar Danmark: Simon Pytlick 9, Emil Jakobsen 9, Lukas L. Jørgensen 5. (Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt mál).

 

Toppskjúttar Italia: Umberto Bronzo 4, Tommaso Romei 3, Tommaso De Angelis 3.

 

Algeria-Tunesia 25-26 (9-13)

 

Toppskjúttar Algeria: Hichem Daoud 6, Messaoud Berkous 5, Ayyoub Abdi 5. 

 

Toppskjúttar Tunesia: Islem Jbeli 6, Hazem Bacha 5, Anouar Ben Abdallah 4. 

 

Danmark møtir væntandi Týsklandi í Boxen høllini í Herning í tí fyrsta dystinum í millumumfarinum. Liðini spældu í fjør summar OL-finalu í París.