Ísraelskur ráðharri tekur stuðulin til stjórnina aftur

Ráðharrin fyri trygd hevur sagt, at hann møguliga fer at stuðla stjórnini aftur, um stríðið móti Hamas verður tikið uppaftur eftir fyrsta stig í vápnahvildaravtaluni

Ráðharrin fyri trygd, Itamar Ben-Gvir

Ísraelski ráðharrin fyri trygd, Ben-Gvir, tekur seg nú úr stjórnini hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

 

Tað veit ísraelski miðilin, Haaretz, at siga í kvøld, og orsøkin er vápnahvíldaravtalan millum Ísrael og Hamas, sum ætlandi kemur í gildi tíðliga í morgin.

 

Ben-Gvir hoyrir til ísraelska høgra-flokkin, Otzma Yehudit, ið sum skilst liggur heilt úti á høgraveinginum í politikki.

 

Sambært Haaretz fer flokkurin eisini at gera álvara av hóttanum, sum flokkurin kom við hósdagin um at taka seg úr stjórnini og soleiðis taka stuðulin til Netanyahu aftur.

 

Ben-Gvir hevur tó sagt, at hann fer at umhugsa, um hann møguliga fer at stuðla stjórnini aftur, um stríðið móti Hamas verður tikið uppaftur eftir fyrsta stig í vápnahvildaravtaluni.

 

Fíggjarmálaráðharrin í Ísrael, Bezalel Smotrich, hevur eisini hótt við at taka stuðulin til stjórnina aftur, um vápnahvíldaravtalan verður samtykt, sum hon nú er.

 

Fyribils hevur fíggjarmálaráðharrin sagt seg vera sitandi í stjórnini, tí hann skal hava fingið lyfti frá Netanyahu um, at Ísrael kortini stigvíst fer at taka eftiritið við øllum Gazageiranum.

 

 

 

Ráðharrin fyri trygd, Itamar Ben-Gvir