HM: Svøríki og Spania vunnu stórsigrar í bólki F

Svøríki og Spania hava vunnið seg víðari til millumumfarið

Gamli liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í Sävehof, Felix Möller var toppskjútti hjá Svøríki við 10 málum

Svøríki og Spania hava vunnið seg víðari til millumumfarið í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Í dag vunnu bæði Svøríki og Spania aftur stórsigrar í innleiðandi bólki F í Bærum uttanfyri Oslo.

 

Tað haltaði hjá Svøríki í fyrra hálvleiki í dystinum móti Chile. Í steðginum var Svøríki bert á odda 20-19. Svøríki vann tó seinna hálvleik 22-11, og harvið dystin 42-30.

 

Gamli liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í Sävehof, Felix Möller gekk undan við at skjóta 10 mál fyri Svøríki. 

 

Spania vann ein knúsandi 39-20 (20-11) sigur á Japan. 

 

Chile-Svøríki 30-42 (19-20)

 

Toppskjúttar Chile: Erwin Feuchtmann 7, Rodrigo Salinas 5, 

 

Toppskjúttar Svøríki: Felix Möller 10, Albin Lagergren 8, Niclas Ekberg 5. 

 

Spania-Japan 39-30 (20-11)

 

Toppskjúttar Spania: Abel Serdio Guntin 7, Petar Cikusa 6, Carlos Alvarez Dominguez 5.

 

Toppskjúttar Japan: Kota Nakata 4, Naoki Sugioka 3.

 

Skráin fyri bólk F:

 

16. januar: Spania – Chile 31-22 (17-13)

 

16. januar: Svøríki – Japan 39-21 (17-13)

 

18. januar: Spania – Japan 39-20 (20-11)

 

18. januar: Chile – Svøríki 30-42 (19-20)

 

20. januar: Japan – Chile, klokkan 17.

 

20. januar: Svøríki – Spania, klokkan 19.30.

 

Gamli liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í Sävehof, Felix Möller var toppskjútti hjá Svøríki við 10 málum