HM: Frakland skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum

Frakland hevur vunnið seg í HM-hálvfinaluna

Frakland hevur vunnið seg í enn eina hálvfinalu í einum endaspæli í manshondbólti.

 

Í Arena Zagreb skoraði Luka Karabatic sigursmálið móti Egyptalandi, tá 0,3 sekund vóru eftir at leika av vanligu leiktíðini í HM-fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi. Neyðugt var hjá dómarunum at brúka VAR fyri at staðfesta, at bólturin var innanfyri málstrikuna.

 

Tað endaði 34-33 til Frakland, ið var á odda 18-14 í steðginum.

 

Hóskvøldið klokkan 19.30 spælir Frakland hálvfinalu móti kroatisku vertunum.

 

Frakland-Egyptaland 34-33 (18-14)

 

Toppskjúttar Frakland:  Dika Mem 6, Nedim Remili 6, Aymeric Minne 5, Thibaud Briet 4.

 

Toppskjúttar Egyptaland:  Ahmed Hesham 8, Yahia Omar 6, Seif Elderaa 5, Ahmed Nafea 4.