Hetta er fyrstu ferð, at holocaustdagurin hevur land úr Asia sum evnið.
Ólavur í Geil, sum samskipar holocaustdagin, heldur, at tað hevur stóran týdning at varpa ljós á ræðuleikarnar.
- Hetta er søgan, og hana mugu vit tora at síggja í andliti. Holocaust er ikki bara jødatýningin undir seinna heimsbardaga, tað hava tíverri verið nógv fólkadráp ígjøgnum tíðina. Tí er tað týdningarmikið at síggja tað, sum er hent, sigur Ólavur í Geil.
Holocaustdagurin er skipaður sum eitt tiltak við ymiskum framløgum. Tiltakið í ár var í Skúlanum við Løgmannabreyt, og er stroymt til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar í Føroyum.
- Næmingarnir koma næstan sovandi inn, teir vita ikki, hvat tað er, teir skulu hoyra. Vit hava ferð eftir ferð upplivað, at tey sita bergtikin, lurta og seta spurningar. Tað er øgiliga stuttligt at síggja, hvussu nógv tey liva seg inn í tað, sigur Ólavur í Geil.
Í ár er tað 50 ár síðani kommunistisku kollveltingina hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja. Nám skrivar, at 1,7 milliónir fólk doyðu. Tey flestu í hungri og av sjúku, men nógv blivu eisini avrættaði av stýrinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##