Í dag var finalan um President's Cup, ið samstundis er dysturin um 25. plássið í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Póland var stórur favorittur í finaluni móti USA, men tað sást ikki á vøllinum.
USA var á odda 13-11 í steðginum, og aftaná vanliga leiktíð var støðan javnleikur 21-21.
Í brotskastskappingini var Póland tó kaldari, og vunnu pólendingar brotskastskappingina 3-1.
USA hevur framt heiðurlig avrik í hesum HM-endaspælinum, og kemur veruliga glið á áhugan fyri hondbólti í USA, so verður USA heilt víst at síggja nærri fremstu liðunum í HM-endaspølunum framyvir.