Tann 20. mai hittast tveir sermerktir høvundar í Løkshøll.
Danski rithøvundurin og fyrrverandi Hells Angels-limurin, Jørn Jønke Nielsen, hittir føroyska skaldabróðir sín, Høgna Mohr.
Samrøðan teirra millum varir tveir tímar. Evnini eru tilverulig og snúgva seg m.a. um lívið sum rokkari og nýggju politisku ætlanirnar, ið Jørn Jønke Nielsen hevur við flokkinum Stabilt Demokrati.
Høgni Mohr hevur boðið Jønke til Føroya, og Høgni sigur soleiðis um vitjanina.
-Jørn Jønke Nielsen kemur til Føroya sama dag, sum tiltakið í Løkshøll verður, sum er týskvøldið tann 20. mai. Hann og tveir vinmenn eru bodnir til Føroya, og teir verða her fimm dagar, sigur Høgni Mohr.
Tað er rithøvundurin, Høgni Mohr, sjálvur, sum hevur boðið teimum.
-Høvuðsendamálið er at hava samrøðuna í Løkshøll, men tað verða eisini onnur mál á skrá. Millum annað ætla teir at hitta føroyingar í ymsum samanhangum og annars at síggja landið. Jørn Jønke Nielsen hevur ongantíð verið í Føroyum áður, sigur Høgni.
Drap Bullshit-rokkara
-Jørn Jønke Nielsen leggur dent á, at hann er liðugur við lívið sum rokkari og sum limur í Hell's Angels. Tað var í tí sambandi, at hann í 1984 drap leiðaran í rokkarabólkinum, Bullshit, sum gekk undir navninum, Makrelurin, greiðir Høgni Mohr frá.
-Lívið hjá Jørn Jønke Nielsen nú snýr seg um at skapa nakað sum rithøvundur og at gera sínar hugsanir um ein heim uttan kríggj og við persónligum frælsi galdandi gjøgnum politikk og samrøður við onnur menniskju. Hann hevur tó einki ímóti at tosa um sítt gamla lív, tí tað er og vil altíð vera ein partur av honum. Hann gleðir seg til at uppliva landið og møta føroyingum. Best av øllum dámar honum at svara spurningum frá fólki,sigur Høgni Mohr.
Jørn Jønke Nielsen er limur í danska rithøvundafelagnum og hevur skrivað 10 bøkur. Fleiri teirra eru endurminningar, men har eru eisini skaldsøgur og ein barnabók.