– Hetta er ein stór uppgáva, men eg eri ótrúliga glaður fyri møguleikan og síggi við spenningi fram ímóti at koma í gongd.
Tað sigur Ólavur Mikkelsen, nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum. 33 ára gamli strandingurin, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur á Skála, byrjar í starvinum komandi mánadag, og gevst tá sum hjálparvenjari í Víkingi.
– Eg vil samstundis takka Víkingi fyri tíðina í Sarpugerði, sum hevur verið sera lærurík. Nú stendur so eitt nýtt kapittul fyri framman. Ætlanin er at hava fyrstu venjingarnar í næstu viku, sigur Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.
Í komandi EM undankapping, sum byrjar í summar, er føroyska U21 landsliðið í bólki saman við Estlandi, Íslandi, Luksemborg, Sveis og Frankaríki. Føroyar byrja á heimavølli leygardagin 7. juni, tá Estland kemur á vitjan.