Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, høvdu í dag eina sera torføra uppgávu móti superliguliðnum, FC Nordsjælland í tí seinnu fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini.
FC Nordsjælland vann 3-0 í fyrru fjórðingsfinaluni á heimavølli, og tann seinna fjórðingsfinalan mátti eisini spælast á heimavøllinum hjá FC Nordsjælland í Farum, tí heimavøllurin hjá AB í Gladsaxe hevur ongan innlagdan hita.
FC Nordsjælland var á odda 2-0 í steðginum, og harvið 5-0 samanlagt. Tað eydnaðist tó AB at halda málið reint í seinna hálvleiki, og í 89. minutti skoraði Tim Freriks fyri AB, ið harvið tapti 1-2 og 1-5 samanlagt. Tó vann AB seinna hálvleik 1-0, og í tí fyrra dystinum var støðan javnleikur 0-0 í steðginum. Sostatt hevur AB borgað fyri tveimum góðum hálvleikum móti superliguliðnum, FC Nordsjælland.
Steypaævintýrið hjá Hørði og liðfeløgunum er liðugt á hesum sinni, og í vár fara teir í AB at stríðast fyri at sleppa at kappast í tí ovara endaspælinum í triðbestu deildini.