Horsens vann triðja dystin á rað í ovara endaspælinum

Maria P. Nólsoy stóð aftur fyri einum góðum avriki

Landsliðsleikarin, Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens vunnu í kvøld triðja dystin á rað í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í bólki 1 vann Horsens í kvøld í Forum høllini 31-29 á Nykøbing Falster. Í steðginum var útiliðið á odda 15-14.

 

Umframt at skjóta tvey mál, so legði Maria upp til heili átta mál (assist).

 

Odense er fremst í bólki 1 við átta stigum. Horsens er nummar tvey við seks stigum. Liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn hevur tvey stig, og Nykøbing Falster hevur eitt stig.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 tekur Keypmannahavn móti Odense á heimavølli. Odense hevur vunnið 29 av 29 dystum hetta kappingarárið.