Hugsið um barnsins besta inn í tær avgerðir sum mugu takast

Tíðindaskriv

 

1. mars hevði áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” aðalfund. Nógvir limir møttu til aðalfundin. Á fundinum luttók eisini landsstýrismaðurin í Barna- og undirvísingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, har hann greiddi limunum frá sínum hugsanum og ætlanum fyri dagstovnaøkið í Føroyum. 

 

Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali, og allir tóku við afturvali. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Edda Hjartvarsdóttir forkvinna, Jóna Guttesen kassameistari, Elin N. W. Tausen skrivari, Ingilín Berg nevndarlimur og Ingerð Andreasen nevndarlimur.

 

Lívligt orðaskifti var millum limirnar um viðurskiftini hjá dagstovnanámsfrøðini í Føroyum, og eftir aðalfundin sita vit eftir við spurninginum: Hvat er fyri barnsins besta?

 

Eitt sera áhugavert tilmæli er komið frá dagstovnaráðnum, ið lýsir námsfrøðiligu treytirnar fyri einum góðum dagstovnalívi, og um vit leggja dent á nøkur øki í senn, skuldi verði lættari at rokkið málinum og miðað eftir, at føroyskir dagstovnar kunnu vera tann besta útgávan av sær sjálvum til frama fyri tey børn og starvsfólk, sum hava sín gerandisdag saman á dagstovni.

 

Tað eru serliga trý viðurskifti, sum mugu koma uppá pláss beinanvegin. Hesi kunnu vera við til at venda gongdini á dagstovnaøkinum.

 

Tað er: Fakligheit/ meira námsfrøði

 

Arbeiðsumstøður/barnabólkar

 

Fysiskir karmar bæði inni og úti.

 

Vit skulu venja okkum til at hugsa námsfrøði sum eitt fak, ið eisini krevur tíð burtur frá kjarnu uppgávuni. Fyri at børnini skulu fáa gagn av námsfrøðini krevst, at starvsfólkið fær stundir til at seta seg inn í, hvat tað einkulta barnið og barnafelagskapurin hevur tørv á. Og at starvsfólkið fær tíð at hugsavna seg, fyrireika og eftirmeta námsfrøðiligu tiltøkini í gerandisdegnum. Tí er ynskiligt, at allir námsfrøðingar í síni setan fáa tilskilað, at 70% av setanarbrøkinum er saman við børnunum og 30% er til arbeiðið uttanfyri barnabólkin. Á henda hátt tryggja vit børnunum nokk av starvsfólkum, eins og vit tryggja námsfrøðingunum tíð til tað námsfrøðiliga arbeiðið, sum krevst fyri at tryggja øllum børnum haldgóðan trivna og menning øll árini, tey eru á dagstovni.  

 

Eins og tað verður víst á í tilmælinum frá dagstovnaráðnum, hevur støddin á barnabólkunum ein avgerandi týdning fyri trivnaðin og menningina hjá børnum og starvsfólkunum. Vit vita øll, at tað er í samspælinum / relatiónini, at børn mennast. Tryggja vit, at tað eru góðir karmar um samspælið /relatiónirnar millum børnini og millum børn og starvsfólk, økir hetta trivnaðin og menningina hjá børnum og starvsfólkunum (sí leinki: https://www.barnehage.no/bemanning-og-manglende-hensyn-til-barns-beste/242864?fbclid=IwAR1AHXrm5ZLazJPrlBclSKnCe3h6VRe4x4VyIEVu5yhhtFDNYzgMkq-TJrs )

 

Hølisviðurskiftini og uttandura umhvørvið hevur eisini avgerandi týdning fyri trivnaðin og menningina hjá børnunum. Hetta eru eisini viðurskifti, sum vera tikin fram í tilmælinum “Fyri barnsins besta”. Tí er umráðandi, at arbeiðsrúm eru til annað arbeiði so sum fyrireiking, eftirmeting,, viðtalur og fundir. Børnini hava tørv á góðum umstøðum og plássi til spæl, skapandi virksemi og hugsavnan. Pláss skal vera til tey børnini, sum hava tørv á at fara burtur frá, tá tey ikki megna at vera í tí stóra barnabólkinum. 

 

Uttandura skulu umstøður vera fyri spæli- og lærumøguleikum hjá børnunum. Har skulu vera fjølbroyttir møguleikar at granska, røra seg og at gera fjølbroyttar royndir. Garðurin skal verða gjørdur av fjølbroyttum tilfari, sum gevur fjølbroyttar møguleikar.

 

Vit vilja koma við eini almennari áheitan á myndugleikar, sum umsita dagstovnaøkið, um at hugsa barnsins besta inn í tær avgerðir, sum mugu takast fyri at skapa trivna og menning fyri børn og starvsfólk á dagstovnaøkinum. “Fyri barnsins besta” er eitt týdningarmikið álit fyri framtíðina hjá dagstovnanámsfrøðini í Føroyum. Vit vita, at ikki ber til at fremja øll tilmælini í einum, men fyri at fáa fleiri at lesa námsfrøði krevst, at umstøðurnar/karmarnir til at útinna námsfrøðina verða styrktar fyrst, og tí mugu nøkur viðurskifti raðfestast beinavegin, so vit varðveita námsfrøðingar á dagstovnaøkinum. 

 

Nevndin fyri áhugabólkin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”