Tjóðveldi í Norðoyggjum eigur at fáa umboðan á Føroya Løgting!
Eg ynski mær einar sjálvstøðugar og burðardyggar Føroyar við sjálvberandi og tryggum búskapi.
Við mær í samgongu fari eg at arbeiða fyri
- Nógv betri umstøður til pensjonistar
- Betri bústaðarviðurskifti um alt landið, so føroyingar kunnu seta búgv
- Eggja føroyskari matvøruframleiðslu
- Grønt orkuskifti, so øll fáa verið við
- Loysn á gongd í haga. Rættindi hjá ognarum, og fólkið í Føroyum rætt at njóta náttúruna
- Virknan útoyggjapolitikk
- Smábørnini betri umstøður á ansingarstovnunum, minstunormeringar og fyrireikingartíð
- Fleiri pengar til list og mentan, og allur ungdómur fáa føroyskar skúlabøkur
- Lættari og styttri arbeiðsviku
- Hægri løn til umsorganarstørvini
- Hægri lestrarstuðul til lesandi
- Føroysktmál mennast, bæði millum børn, ung og tilflytarar
- Ein føroyskan radara á Sornfelli
Fyri Norðoyggjar er neyðugt at stimbra íverksetan og nýggj arbeiðspláss, og Klaksvíkar Sjúkrahús skal styrkjast sum sjúkrahús við tilbúgving, sjúkraviðgerð og endurvenjing.
Og Óluva Klettskarð fer ikki í eina samgongu uttan eina lidna byrging um Haraldssund!
Tí Óluva Klettskarð
-Tjóðveldi fyri øll