Føroyar eru heimstaður fyri stórar stovnar av hesum fuglum, serliga drunnhvíta. Mett verður, at føroyski bústovnurin av drunnhvíta er mettur at vera 90% av heimsstovninum.
Øktur áhugi fyri at menna frálanda-vindorkuframleiðslu og aling kann eisini hugsast at fara at hava árin á sjófuglin.
Eingin ivi er um, at drunnhvítin verður ávirkaður av mannaskaptum ljósi. Men ongar kanningar hava verið gjørdar í Føroyum av, hvussu ljós ávirkar hetta fuglaslagið.
Robert Thomas, granskari á Cardiff School of Biosciences, hevur nú fingið stuðul at kanna, hvørji árin ljósdálking og virksemi á sjógvi annars kunnu hava á náttarvirknan sjófugl í Landnyrðingsatlantshavi. Kanningin skal gerast í samstarvi við Umhvørvisstovuna.
##med2##
Kanningin skal greina, hvussu náttarvirkin fuglur ber seg at í mun til mannaskapt ljós og aling á sjónum við Føroyar og longri úti á landgrunninum. Ætlanin er at brúka eina røð av nýhugsaðum hættum, millum annað at festa GPS loggarar á reiðrandi drunnhvíta, brúka hitamyndatøkni og at gera ljósroyndir fyri at kanna, hvørjar bylgjulongdir av ljósi ávirka atferðina. Ætlanin er eisini at innsavna vitan um strandingar, har nýliga floygdir drunnhvítaungar eru at finna rundan um lyktapelar og ljósmastrar nógvastaðni í landinum.
Granskingarráðið hevur latið 610.000 kr. í stuðli til verkætlanina um árin av ljósdálking og virksemi á sjógvi á náttarvirknan sjófugl í Landnyrðingsatlantsahavi. Verkætlanin er staðsett á Cardiff University.
Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023
##med3##