Í dag hava kvinnur sitið á tingi í 50 ár

Í dag eru 50 ár síðani at Jona Henriksen sum hin fyrsta kvinnan fekk fast sæti á Føroya Løgtingi

Jona Henriksen skriv­aði søgu, tá hon tann 20. mars í 1975 tók sæti sum fast var­afólk fyri Javn­að­ar­flokkin.

Orsøkin var, at Javn­að­ar­flokk­ur­in, Tjóð­veld­is­flokk­ur­in og Fólkaflokkurin 11. janu­ar sama ár høvdu skip­að sam­gongu, Løgtingið hevði valt løg­mann og fimm lands­stýr­is­menn. Atli Dam, løgmaður, Jákup Lindenskov og Finnbogi Isaksen, vórðu tingmenn og løgdu tingessirnar frá sær hendan dagin í 1975.

 

Tá í tíðini kundu lands­stýr­ismrnn verða sitandi í ting­sessum sínum, um teir vóru valdir á ting. Tað gjørdu teir viðhvørt, men meira vanligt var, at teir løgdu tingsessirnar frá sær stutt eftir, at landsstýrið varð valt – ella í seinasta lagi á ólavsøku. Tá vórðu lands­stýrini vanliga skipað í jan­ua­r­mán­aði, tí øll løgtingsvalini frá 1946 til 1990 vórðu hildin í novembermánaði.

 

Tá teir tríggir landsstýrismenninir hendan dag­in 20. mars í 1975 løgdu ting­sess­irnar frá sær komu vara­fólkini á ting:

 

Tey vóru Sverre Midjord á Tvør­oyri fyri Alta Dam, Jo­han Simonsen í Klaksvík fyri Finnboga Isaksen og Jona Henriksen í Havn fyri Ják­up Lindenskov.

 

Bara tvær ferðir áður høvdu kvinnur havt sæti stutta tíð á tingi. Fyrru ferð – og fyrstu fer nakrantíð – var tá Malla Samuelsen í 1964 tók sæti á tingi fyri Marius Jo­hann­esen úr Sjálvstýris­ flokk­i­num í nakrar dagar. Seinnu ferð var tá Kar­in Kjølbro, sum tá æt Kar­in Joensen, tók sæti fyri Er­lend Patursson eitt skifti í 1971.

 

Jona Henriksen var tann triðja kvinnan yvirhøvur at taka sæti á tingi, men tann fyrsta, sum fekk fast sæti á Føroya Løgtingi.

 

Tá løgtingsval var næstu ferð 7. november í 1978, varð Jona Henriksen vald á ting fyri Javnaðarflokkin, og tað var Karin Kjølbro úr Tjóð­veld­is­flokkinum eisini. Tað er fyrstu ferð, at kvinnur er vald­ar beinleiðis á ting – og síð­ani tá eru kvinnar valdar á ting á hvørjum vali, men ikki so nógvar sum menn – og so langt burturfrá: Til­sam­ans hava føroy­ingar bara valt 31 kvinnur á ting. So um allar kvinnur, sum eru valdar á ting síðani 1975, møttu upp, so vóru tær ikki nóg nógvar at 'manna' Løg­tingið, sum hevur 33 ting­sessir.

 

Tilsamans hava sitið 396 fólk á tingi síðani 1852. Av teim­um eru 365 menn og 31 kvin­nur.

 

Kvinnur hava havt val­rætt og valbæri síðani 1918.