Talan var um ein tekniskan feil við brandávaringarskipanini í nýggju Høllni í Kaldbak, tá sløkkiliðið í Havn fór av stað við fullum útrkningi um fýratíðina.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, nú tey hava tryggjað sær, at eingin eldur var.
Tá vit tosaðu við hann fyrru ferð, vóru løgregla og sløkkilið ikki komin fram.
Tá slíkar ávaringarskipanir fara í gongd, so verður alt sløkkiliðið sjálvandi sent avstað, tí tað ber jú ikki til, at sløkkiliðið bíðar eftir nærri boðum, tí tá kann vera ov seint, um illa vil til.
Men tíbetur var tað í hesum føri bara talan um ein tekniskan feil.