Hugleiðing hjá Oddvør Johansen um Kondittaríið – nú Tórshavnar býráð ætlar at keypa húsið. Er úr bókini »Úr køksvindeyganum«. Allir upplýsingar eru frá Egil Restorff, fyrrverandi eigara av hesum húsi.
Hetta kundi verið byrjanin til eitt ævintýr, men er tað ikki, tí tað var ”Thorshavns kommunalbestyrelse”, sum átti ognina, og synd er at siga, at nakar ævintýrdámur er yvir slíkum stýrum. Tey skulu vera praktisk, taktisk og politisk, og av onkrari duldari grund ætlaði stýrið nú at selja ognina.
Gøtuhornið, har húsið stóð, var nýtt. Vegirnir vóru bæði breiðir og nýmótans og skuldu verða tann nýggja leiðin út úr gamla býnum niðan ella út í tey nýggju bústaðarøkini, nú ið býurin var farin at spjaða seg í allar ættir. Árið er 1901.
##med2##
Ein myrkhærdur ungur fútafulltrúi fær nú áhuga í at keypa húsini. Sum sagt so gjørt, og stutt eftir flytir hann inn saman við ungu konu síni Beatu Lindenskov, dóttir ein av meinigu politistunum á Skansanum. Ungi fulltrúin er hin seinri so navnframi sambandspolitikarin Andras Samuelsen, ið seinri gjørdist Føroya fyrsti løgmaður undir heimastýrinum.
Her á Glade hjørn búleikast ungu hjúnini so við børnum sínum. Mitt á einum vegamóti, har lív er í gøtuni - “har butikkirnar um kvøldarnar tær skína sum sól”, har rossavognar rulla omaneftir og niðaneftir, og har tann fyrsti føroyski súkklarin vísir síni kynstur á eini “velocipede”. Her á horninum verða kristilig útimøti hildin, her marsjerar G.H.M., og Dia á Bø vísir øsandi filmar inni í sínum lítla kjallarabiografi.
##med3##
Teir nýggju handlarnir liggja her beint. Skómakarar, blikksmiðir, skræddarar, Hans Joensen, Barber-Nielsen og Anna Sam.
Úr vindeyganum kunnu tey ungu hjúnini eygleiða ta fyrstu føroysku marathonrenningina, har stóri og prúði bóndasonurin á Sundi má lúta fyri klæna havnardronginum, Stinarin nevndur. Á Káta horninum er altíð eitthvørt á vási.
Árini ganga. Ein dagin eru boð av bygd eftir fútafulltrúanum, og í 1912 flytir húskið Samuelsen so av Glade hjørn til Fuglafjarðar, har Andras verður sýslumaður.
##med5##
##med6##
Ein ungur bakari av Restorffættini sær eina framtíð fyri einum hvørjum nýggjum á hesum góða horninum. Frants Restorff, sum bakarin eitur, hevði góða sjómansnatúr, so hann fór ungur út at sigla sum bakari og kokkur á heimsins sjey høvum. Nøkur ár var hann kokkur umborð á kongsskipinum hjá konginum av Siam. Seinri stovnaði hann egið bakarí yviri á oynni Corney Island á eysturstrond Ameriku.
Tá ið hann um tey tretivu árini leggur aftur at landi í Føroyum, giftist hann og stovnar bakaríið Frants Restorff.
Hann keypir ognina á Káta horninum við pakkhúsi og hjalli frá Samuelsen, og fyri fyrst leigar hann tað út til Eiðis-Georg.
##med7##
##med8##
Men tá ið hann í 1925 missir yngsta beiggja sín, bakarasveinin og musikaran Jan Restorff, ger hann av at stovna eitt konditarí á Káta horninum. Tvær ætlanir hevur hann við hesum:
1. Havnin skal fáa eitt “pent lítið stað” við fyrsta floks bakverki og konditaravørum,
2. Bróðurkona hansara, tann unga einkjan Christina Restorff, sum hevur tveir fittar smádreingir, kann reka konditaríið og harvið breyðføða seg sjálva og dreingirnar.
##med9##
##med10##
So Christina og dreingirnir Bent og Leivur Restorff flyta upp á loftið á konditarínum at búgva. Í tí lítlu hugnaligu íbúðini er gott at vera, og hon fær røkt sítt starv niðriundir.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst leysasølu kring landið og sum haldara kunnu lesa á sos.fo
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##