Í gjár vórðu 12 fólk funnin við koronu

Nú hava 106 fólk í Føroyum koronu

Í gjár vórðu 12 tilburðir av koronu staðfestir afturat í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hann sigur, at øll fólkini eru smittað í Føroyum og smittuleldurnar eru kendar.

 

Í gjár vórðu 1.307 fólk kannað fyri koronu og nú er støðan sostatt tann, at tað eru 106 fólk í Føroyum, sum hava koronu og eitt fólk liggur á sjúkrahúsi. Annars eru 214 fólk í sóttarhaldi. Landslæknin sigur, at smittutalið er rættað eftir at tveir av tilburðunum, sum vórðu staðfestir í gjár, ikki høvdu koronu kortini.

 

Í gjár vórðu 132 fólk koppsett fyri koronu. 56 fólk fingu ta fyrru sproytyna, 72 fólk fingu ta seinn sproytuna, og so vóru tað eisini fýra fólk, sum fingu ta triðju sproytuna.  

 

Nú eru 38.719 fólk koppsett eina ferð, tað eru 72,3 prosent av føroyingum. Harafturat eru 36.800 fólk eru koppsett tvær ferðir, tað eru 68,7 prosent av fólkinum. Harumframt eru 27 fólk koppsett tríggjar ferðir.