Í SAMLJÓÐI VIÐ NÁTTÚRUNA

Ferðavinnan er komin fyri at vera, og nógv fólk í Føroyum liva av henni í dag. Ferðavinnan hevur ikki bara syrgt fyri nógvum nýggjum arbeiðisplássum, men eisini nógvum tilboðum, sum føroyingar hava gleði av.

 

Uttan ferðavinnuna høvdu vit ikki havt eins nógv upplivingartilboð, sum vit hava í dag eitt nú bátatúrar, væl skipaði økir at ganga túrar í, kaffistovur, matstovur, blómandi handilslív o.a.

 

Ferðavinnan er her, og má tískil raðfestast av landspolitikkarunum, tí við øktari ferðavinnu fylgir eisini økt ábyrgd við í mun til undirstøðukervi og náttúruvernd.

 

Undirstøðukervi

 

Ferðafólk koma ikki til Føroyar einans fyri at síggja Havnina, tey koma serliga fyri at síggja náttúruna, sum er uttanfyri Havnina, og av tí sama er tað ikki meira enn rímiligt, at nakað liggur eftir úti í tí lokala økinum, og at stuðla verður uppundir menning av undirstøðukervinum í støðum, har nógv ferðavinnuvirksemi er. Um eitt øki skal taka ímóti nógvum ferðafólki er neyðugt við einum væl planlagdum undirstøðukervi t.d. gøtur, skelting, planlegging o.a. sum onkuntíð krevur stórar íløgur.

 

Her vesturi í Vágum hava vit eitt fantastiskt dømi uppá, hvussu lendiseigarar hava skapt karmar fyri vinnuligari ferðavinna. Hetta er úti á Nípu, Trælanípu. 

 

Íløgur eru gjørdar í hús, skúr við vesi, stórari terassu. Húsið er mannað fleiri tímar hvønn dag, og bjóða verður fram túrar við ferðaleiðara. Somuleiðis er møguligt at keypa sær ein kaffimunn, ein ís ella eina góða heita vafflu viðhvørt. Umstøðurnar hava tey sjálvi skipað fyri. Hetta er uppbygt yvir eitt áramál, men er gjørt serstakliga skipað.

 

Vinnulig ferðavinna eigur at fara fram við loyvi frá teimum, sum varða av jørðini og lendinum, eins og hesi hava rætt til at taka gjøld fyri vinnuliga ferðing, trygd og gongutúrar.

 

Hetta má sleppa at halda fram, tí hetta gevur sanniliga nakað aftur til lokalsamfelagið her vesturi. Av tí, at hetta er fíggjarliga møguligt, so er eisini møguligt at skipa fyri øðrum tiltøkum (til dømis "syngið við"), sum lokalu borgararnir á oynni gagna av. Tó ger óvissan um hvussu framtíðin verður, tá tað kemur til gongd í haga, at fleiri ikki tora at taka stig til tílíkar verkætlanir.

 

Náttúruvernd

 

Tað føroyska lendið er viðbrekið. Av tí at gróðrartíðin er stutt og regnið er nógv, tolir lendið ikki nógva gongd, serliga tá gingið verður óskipað, ið førir óneyðuga nógv slit við sær. Ferðafólk, eins og føroyingar, vilja í størri mun ganga í haganum í øllum veðri, eisini tá vátt er, og tá slítist lendið skjótari og meir. Ferðast skal við fyriliti fyri náttúruni, landbúnaði og virkseminum hjá jarðareigarum og festarum.

 

Taka vit Mykines sum dømi, so eru fá í dag í iva um, at har eru alt ov nógv ferðafólk – men hvørki Sørvágs kommuna, Mykinesfólk ella Visit Vágar hava heimild ella amboð til at steðga tí metstóra áhuganum.

 

Náttúruøki, har lendi, fuglur, blómur og annað er sárbært, skulu tí hava serstaka verju og reglar fyri ferðing.

 

Avgerð varð tikin landspolitiskt í 2012-2013 um at raðfesta ferðavinnu, men enn er ongin avgerð tikin um at raðfesta rammurnar rundanum, til at stýra ferðavinnustreyminum, so ferðavinnan verður burðardygg.

 

Eitt alment gjald frá útlendskum ferðafólki eigur at vera ásett og skal brúkast til at verja náttúruna og tryggja átøk og íløgur í lokalu økjunum.

 

Nógva staðni í heiminum gjalda ferðafólk eitt ferðaavgjald pr. nátt sum tey bíleggja yvirnátting, ella á ferðaseðlinum. Hesin peningur kundi fari til ferðavinnu undirstøðukervi og/ella til náttúrurvernd. Eisini kenna vit til grunnar sum t.d. Scottish Wildlife Trust, sum tekur sær av náttúruverndaruppgávum í Skotlandi. Okkurt líkandi kundi man innført í Føroyum, sum kundi tikið sær av serligum viðbreknum økjum í Føroyum.

 

Tað er trupult at samanlíkna ferðavinnu í Føroyum við ferðavinnu aðrastaðni. Tað eru nógvir mátar at skipa tað uppá, men vit mugu finna eina loysn sum hóskar seg best til Føroyar.

 

 

 

X við Tjóðveldi

 

X við Áslu Leilu B. Johansen