Ikki pró- ella prógv- men próvtøka

Tað, sum er fremst í huga á teimum, sum hava fingið húgvuna, er neyvan føroysk mállæra; men heldur at njóta hetta hitt lívsins summar saman við floksfeløgunum

Tað er teimum væl unt. 

 

Ímeðan kunnu vit onnur minnast aftur á, hvussu vit gera samansetingar við orðinum 'prógv'.

 

Skerpingin (t.v.s. -gv- í orðum so sum 'sjógvur' og 'prógv') dettur sum oftast burtur í samansettum orðum. Sjógvur+maður verður 'sjómaður'. Hinvegin verður prógv+tøka til 'próvtøka' og ikki 'prótøka'. 

 

Tó er eitt undantak: Tá ið næsti liður byrjar við einum sjálvljóði ella h, so dettur -gv- ikki burtur. Tí eitur tað 'prógvhandan' og ikki 'próvhandan'. 

 

Vit í Málráðnum ynskja øllum pisum til lukku við próvnum og blíðan byr framyvir!