India váttar, at landið í kvøld hevur lopið á fleiri mál í Pakistan. India kallar átakið "Operation Sindoor" og sigur, at álopini eru vend móti yvirgangsmálum í økjum í Kashmir og Pakistan, sum eru undir pakistandskum eftirliti.
Eygnavitnir siga frá hørðum spreingingum í Pakistan.
- Rættvísi er framt, skrivar indiski herurin í einum boðum á X, fyrrverandi Twitter.
Indisku myndugleikarnir vátta sambært Reuters, at landið hevur lopið á níggju ymisk mál ymsastaðni í Pakistan. Landið sigur, at álopini eru vend móti yvirgangsmálum í pørtum av Kashmir og Pakistan, sum Pakistan hevur eftirlitið við.
Bæði India og Pakistan vilja hava eftirlitið við Kashmir, og í dag hevur India eftirlitið við tveimum triðingum av Kashmir, og Pakistan hevur ræðið yvir einum triðingi.
- Meirilutin av íbúgvunum á báðum síðum eru muslimar, veit norska tíðindastovan NRK at siga í kvøld.
Indisku myndugleikarnir siga, at álop eru ikki framd móti hernaðarligum málum í Pakistan.
Indiski herurin skrivar eisini á X, at Pakistan hevur brotið vápnahvíldaravtaluna millum partarnar við at skjóta inn í sonevnda Bhimber Gali i Poonch-Rajouri-økið á indisku síðuni.
Heilt síðan India og Pakistan gjørdust sjálvstøðug lond í 1947, hevur togan verið um landslutin, Kashmir, og her hava verið kríggj millum londini bæði í 1947, 1965 og 1999, veit NRK at siga.
Í Kashmir búga umleið 11 milliónir fólk.
Síðan 1989 hevur ein uppgerð verið í gongd í indiska partinum av Kashmir, sum hevur kostað fleiri enn 47.000 fólkum lívið, og mett verður, at næstan 10.000 fólk eru burturflutt.
India hevur skuldsett Pakistan fyri at stuðla uppreistrarbólkum og fyri at hava havt venjingar fyri uppreistrarbólkum í Kashmir.
Í 2003 gjørdust India og Pakistan samd um eina vápnahvíld, men friðartilgongdin er ongan veg komin, og her kom steðgur í eftir yvirgangsálopið í Mumbai í 2008, sum víðgongdir pakistanar vóru lagdir undir at hava ábyrgdina av.
Í 2019 ógyldaði indiska stjórnin sjálvstýrið hjá Kashmir og niðurraðfesti landslutin - frá at vera ein statur til at gerast tvey samríkisøkir.
Ein ST-samtykt frá 1948 sigur, at fólkaatkvøða skal haldast í Kashmir um framtíðina hjá landslutinum, men henda fólkaatkvøða hevur framvegis ikki verið, og bæði India og Pakistan halda seg eiga rættin til landslutin.
Ein triði partur av Kashmir, sum í stóran mun er óbygdur, er undir kinesiskum eftirliti. Hetta er økið, sum verður rópt Aksai Chin.
Í kvøld sigur pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, at Pakistan fer at svara aftur upp á indisku álopini í kvøld.
- Pakistan tilskilar sær fult og heilt rættin at svara aftur upp á hesa krígsatgerð, sum India hevur framt, og Pakistan fer at svara harðliga aftur, leggur hann aftrat.
Dagført:
Pakistan sigur seg í kvøld hava skotið niður tvey indisk stríðsflogfør. Tað er pakistanski generalloytnanturin, Ahmed Sharif Chaudry og eisini verjumálaráðharri landsins, sum í kvøld bera hesi tíðindi, sum eitt nú CNN og Sky News endurgeva.
Fyribils er væntandi, at hetta er pakistanska aftursvarið upp á indisku álopini í kvøld, sum eftir øllum at døma ikki vóru vend móti hernaðarligum málum í Pakistan í hesum umfari.
##med2##