Inflatiónin og Trump ørkymla á vali í Avstralia

Alheims óvissa og hækkandi prísir eru fremstu málini hjá avstraliarum, sum fara á val í dag.

Tað verður antin Anthony Albanese, forsætisráðharri (vinstrumegin) ella andstøðuleiðarin, Peter Dutton (høgrumegin), sum skal standa á odda fyri næstu stjórnini í Avstralia, skrivar Reuters. (Arkivmynd). - Mynd: Abc Pool/Reuters

Avstraliarar eru á vali í dag, har hækkandi prísir og amerikanski forsetin, Donald Trump, serliga í huga teirra.

Meiningarkanningar hava víst, at atkvøðurnar fara at ganga til fyrimuns fyri núverandi forsætisráðharran, Anthony Albanese. Hann og miðvinstri Labour-flokkurin standa sostatt at vinna á konservativa Peter Dutton.

Í gjár stóð Labour til at fáa 52,5 prosent av atkvøðunum móti 47,5 prosentum til National Liberal samgonguna undir leiðslu av Dutton.

Men Dutton var tann mest umtókti longu í februar, tá báðir flokkarnir fyrst og fremst stríddust fyri at minka um livikostnaðin hjá avstraliarum.

Men kaosið, sum eitt nýtt Trump-forsetasekip hevur við sær, hevur vent politiska landslagnum á høvdið.

Labour hevur roynt at lýst Dutton sum eina lætta útgávu av Trump, og vónar, at neiligu upplivingarnar hjá avstraliarum av amerikanska forsetanum fara at hefta seg á andstøðuleiðaran.

Teir báðir hava eisini politiskar støður til felags, eitt nú økt marknaeftirlit og niðurskurð í almenna geiranum.

Men Dutton hevur roynt at tikið frástøðu frá samanberingum við millum annað ráðgevan hjá Trump, Elon Musk, sum hevur staðið á odda fyri eini langari røð av sparingum í USA.

Fleiri politiskir greinarar hava sagt, at óvissu tíðirnar, sum standast av Trump, gera veljararnar minni váðafúsar. Hetta kann vera orsøkin til, at Albanese kann fáa eitt valskeið afturat.

Í morgun segði Albanese í suðuravstralska býnum Melbourne, at hann í einum møguligum øðrum valskeiði fer at betra um húsaprísirnar og styrkja Medicare, heilsuverkið í landinum.

Dutton, sum eisini byrjaði dagin í Melbourne, heitir á veljararnar um at "fáa land okkara aftur á rætta kós".

Avstralia er millum tey fáu londini í heiminum, har atkvøðuskylda er. Um tú heldur teg frá at atkvøða, kanst tú fáa bót.

Áðrenn leygardagin høvdu 8 milliónir av tilsamans 18 milliónum veljarum longu atkvøtt. Hatta er met.

USA og Avstralia eru tættir sameindir, og Avstralia innflytur meira úr USA enn tað útflytur til USA. Kortini var Avstralia ikki spart, tá Trump fyrst í apríl setti toll á vørur úr næstan øllum londum í heiminum.

Sostatt avgjørdi Trump at seta 10 prosent amerikanskan toll á innflutning av avstralskum vørum. Tað er seinni steðgað.

 

Ritzau/Reuters

 

Tað verður antin Anthony Albanese, forsætisráðharri (vinstrumegin) ella andstøðuleiðarin, Peter Dutton (høgrumegin), sum skal standa á odda fyri næstu stjórnini í Avstralia, skrivar Reuters. (Arkivmynd). - Mynd: Abc Pool/Reuters