Ingrið Sondum farin
Týsdagin 7. desember 2021 andaði Ingrið Sondum á Velbastað á seinasta sinni her á fold. Men tey 86 árini, hon livdi og virkaði millum okkara, blásti hon anda og lív í so nógv og so mangt, sum fer at liva, virka og vaksa áfram í ókomin ættarlið.
Sum lærari á bæði Sankta Frants skúla, Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, hevur Ingrið lagt vitan, hug og felagsskap í so mangar næmingar. Og fremst av øllum hevur hon í øllum lutum roynt at givið teimum sjálvsvirðing og sjálvsálit. At líta á egin evnir, droyma og taka ábyrgd av egnum lívi og av felagsskapinum við onnur. Uttan mun til, hvussu vit eru fødd inn í henda heim, og hvussu ymisk og fjølbroytt, vit eru.
Og Ingrið hevur lagt øllum í beinið at virða og menna sítt egna land, sína mentan, sína tjóð – og sítt egna mál. Hon elskaði hvønn blett og alt livandi í hesum landi. Frá fjalli til fjøru. Og vildi læra øll at virða ta søgu, mentan og teir førleikar, ið ættarlið eftir ættarlið hava bygt í hesi tjóð.
Sum bókavørður og seinni leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, fór Ingrið ígjøgnum heilt til tess at fáa útvegað bøkur, bløð og undirvísingartilfar á føroyskum. Og serliga barnabøkur og undirvísingartilfar til yngstu næmingarnar.
Hon hevði leingi dreymin um at stovna ein barnabókaklubba, og hann gjørdi hon til veruleika! Tað sigst neyvan frá, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri lesihugin og málmenningina hjá børnum og ungum (og foreldrunum) í Føroyum at fáa føroyskar barnabøkur sendandi fleiri ferðir árliga.
Og hygg enn at úrslitunum hjá Niels Jákupi og teimum, ið tóku yvir í Bókadeildini. Eg hugsi mangan um, hvussu takksom og errin vit eiga at vera av øllum, sum her verður skrivað, týtt og givið út – og lisið. Tað er eitt dagligt bragd at menna okkara mál. Skapt av undangongufólki til frama fyri okkum øll.
-----
Undangongufólk var Ingrið somuleiðis í tjóðskapar-, samfelags- og javnstøðumálum. Ingrið var fjórða kvinna í Føroyum, ið tók sæti á tingi. Og sjálv onnur, ið sat á tingi fyri Tjóðveldisflokkin. Hon var varafólk fyri Tjóðveldisflokkin frá 1978-80, og sat tá á tingi saman við Karini Kjølbro og Jonu Henriksen, ið vóru fyrstu kvinnur, ið vórðu valdar á Føroya Løgting í 1978.
Tær tríggjar løgdu beinanvegin uppskot fram um at seta eina nevnd at arbeiða fyri javnstøðu í Føroyum. Tað varð samtykt. Men sum so mangt í tjóðskaparstríðnum, javnstøðustríðnum og sosiala stríðnum í Føroyum, so var tað eitt hart horn at telgja. Ikki fyrr enn í 1994 varð javnstøðulógin samtykt á løgtingi. Men Ingrið sáddi saman við øðrum – og einaferð kemur tað undan, sum verður droymt.
Við stríðnum hjá Ingrið, Karini, Jóngerð, Hildur, Annitu og so mongum øðrum tjóðveldiskvinnum, hevur Tjóðveldisflokkurin síðani higartil havt 27 kvinnur á løgtingi og í landsstýri. Og saman við so mongum øðrum stríðskvinnum tvørturum floksmørk, legði Ingrið sál og orku í Kvinnufelagið, Kvinnusamskipanina og bardagan fyri javnrættindum – sum á ongan hátt er liðugt.
-----
Í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag var Ingrið saman við lívskærleikanum Jóannesi ómetaligur stuðul. Beinrakin, opinskárað, segði hon altíð sína hugsan bart út. Síðani eg fór í politikk, havi eg fingið mong góð ráð og stuðul frá Ingrið. Og altíð við tí rættiliga kontanta stílinum, tí kvika tosingarlagnum og hugsjónarligu eggjanini til at ganga fram og taka stríðini beint á og uttan dvøl.
Seinast eg fekk holl ráð og stuðul frá Ingrið var á flaggdegnum í ár. Hon og Jóannes komu spákandi sum vanligt undir hond. Ingrið so løtt uppá sporið sum vanligt. Jóannes meira seigligur. Ingrið segði beinanvegin, at eg nú mátti eg dríva á og stuðla teimum dugnaligu kvinnunum hjá okkum á tingi. Og so legði hon afturat:” Eg minnist so illani tað, sum er her og nú, men hugsjónin er tann sama!”
-----
Ja, Ingrið var ein teirra, sum varð rakt av at gerast minnisveik. Á Alzheimersdegnum í 2019 gjørdu Ingrið og Jóannes eina samrøðu við Útvarpið um at liva við hesi sjúku.
Ingrið ljóðaði púra vanlig. Hon gleddist um, at hon var væl fyri kropsliga. Irriteraðist um, at hon fekk ikki lisið bøkur, tí tá ið hon blaðaði, hevði hon gloymt seinastu síðuna. Hon fegnaðist um, at hon enn mintist alt úr uppvøkstrinum og tí ríka lívi, hon hevði livað. Hon rósti Jóannesi fyri at vera so lagaligur, at hann hjálpti við øllum og mintist fyri hana, so at tey enn livdu saman heima á Velbastað uttan aðra hjálp.
Ingrið legði dentin á at vera takksom fyri tað, vit hava. Hon segði: “Eg eri uppvaksin undir fátækum korum. Eg og Jóannes hava sjálv skapt okkara egna heim, og vit eru ikki í peninganeyð. Vit hava okkara børn og teirra børn. Eg vil njóta tað, so leingi eg kann.”
Jóannes vísti á, hvussu tað kendist við eini slíkari líðandi sjúku, har makin broytist. Men at sjúkan hevði knýtt tey enn meiri saman. Og “ein er vorðin meira solidariskur”, segði hann.
Og teimum líkt, so hugsaðu tey um onnur, tá ið tey vórðu spurd um, hvørja hjálp teimum tørvaði. “Vit eru komin upp í árini. Vit klára okkum sjálv enn. Men hugsið um tey, ið verða rakt av hesum sum ung. Tey mugu fáa alla hjálp, ið gevast kann!”
Tað einasta, ið Ingrið segði seg stúra fyri, var, um hon skuldi gerast einsamøll.
-----
Nei, einsamøll gjørdist Ingrið ikki, tíbetur. Og hóast minnið hjá Ingrið broyttist, fer minnið um hana at liva sterkt. Men nú verður saknaðurin stórur hjá tær, Jóannes. Og hjá Ernst, Djóna og Tórunni við øllum tykkara.
Tykkum senda vit okkara fremstu samkenslukvøður.
Vit fara at sakna Ingrið. Og hvørja ferð vit dagliga halda á við tjóðskaparstríðnum, javnstøðustríðnum og bardaganum fyri at virða okkara egna – og at skapa sjálvsvirðing og sjálvsálit hjá tjóðini og hvørjum einstøkum. Hvørja ferð vit fegnast um, at tað hevur eydnast at menna okkara mál og mentan. Og hvørja ferð vit síggja eitt lítið barn lesa eina føroyska bók ella eina ommu lesa fyri børnum – ella tá ið nýtt tilfar kemur út á føroyskum í nýggjum miðlum. Tá fara vit at senda Ingrið allar mildar tankar.
Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal